Landcatch varð stovnað seint í 1970-unum av Sir William Lithgow (ídnaðarmaður og bóndi) tá hann fór undir at endurnýggja vatnorkuskipan sína frá 1919 á Ormsary Estate í West Highlands, í Skotlandi.

Nýggja verkætlanin varð sett í gongd í 1981. Ætlanin varð at samskipa el-framleiðslu úr vatnorku við lívfiska-, yngul- og smoltaling.Vatni verður veitt støðini gjøgnum rør úr eini byrging í fjøllunum, 4 kilometrar burturi frá og støðin fær heimagjørda el-orku.
Vatnnøgdin er nóg stór til at nøkta tørvin hjá hjá einum býi við 150.000 íbúgvum!

Landcatch Ltd. stendur fyri lívfiska-, yngul og smoltalingini. Landcatch er partur av Lithgow Group feløgunum, sum teljast millum heimsins fremstu skipasmiðir. Innovativ tøknifrøðilig menning og framkomin verkfrøði eru siðvenja hjá feløgunum . Landcatch hevur servitan innan laksanøring og aling. Henda samanseting hevur gjørt tað gjørligt hjá felagnum at gagnnýta lokala náttúrutilfeingið á ein hátt sum hóskar væl til lokala umhvørvið.

Vitanartilfeingi, Náttúrutilfeingi, Tøknifrøði, Framleiðsla – Alt í einum!