| ÓHEFT VÍSINDAFÓLK SAMD UM NÝTT HJARTAHEILSU ÁSTØÐI VIÐVÍKJANDI LANGKETU OMEGA-3S
Felags Heilsu Ástøðis Tiltakið (JHCI -- Joint Health Claims Initiative) í Stórabretlandi hevur samtykt at oljuríkur fiskur so sum Scottish Farmed Salmon alilaksur kann sølufremjast við einum positivum boðskapi um sínar gagnligu ávirkanir á hjartað.
JHCI fekk tey ráð frá sjey leiðandi óheftum vísindafólkum úr Stórabretlandi at tað ‘at eta 3g um vikuna ella 0,45g um dagin, av langketu omega-3 polyómettaðum fitisýrum, sum partur av heilsugóðum lívsstíli hjálpir til at varðveita hjartaheilsuna’.
At eta tvær portiónir av góðum Scottish Farmed Salmon alilaksi um vikuna gevur í øllum førum tær nøgdir av omega-3 sum tilráðingin vísir til í tí góðkenda ástøðinum.
Ástøðið er einans tikið í mun til langketu polyómettaðar fitisýrur íroknað EPA og DHA, sum finnast í Scottish Farmed Salmon alilaksi.
Fiskur við nógvum lýsi er tað seinasta í einum lítlum bólki av útvaldum matvørum, íroknað fullkorns matvørur og havrur, ið fær ágóðan av JHCI góðkendum heilsu ástøði.
Hevur tú hug at lesa ráðini frá matvøru myndugleikanum (Food Standards Agency) um at eta fisk við nógvum lýsi, kanst tú vitja www.food.gov.uk
|