KYNBÓTARARBEIÐIÐ

Hugtakið sum drívur LNS kynbótararbeiðið, er okkara førleiki at máta og skráseta avriks data frá test-fiskunum, ið verða aldir undir vinnuligum fyritreytum og síðani sammeta og seta í lutfall hesi data við okkara egnu ‘heima aldu’ lívfiskafamiljur.

Á hvørjum ári seta vit nýggjar laksafamiljur við. Eitt ávist tal í hvørjari familju verður verandi á lívfiskastøðini, meðan restin verður sett út á vinnuligum alistøðum sum
test-fiskar. Avrik og yvirlivilsi hjá test-fiskunum verða mátað og skrásett og hesar upplýsingar vera avgerðandi fyri, hvørjar familjur á lívfiskastøðini skulu nýtast í kynbótararbeiðinum.

Hesa tilgongdina kalla vit LNS test-fiska skipanin. Avgerandi fyri hvussu hetta eydnast, er í hvønn mun vit eru før fyri, neyvt og nágreiniliga at eyðmerkja hvønn familjulim, bæði á lívfiskastøðini og.úti á alistøunum har test-fiskurin er.

Test-fiskarnir eru ílegugreinaðir (genotypaðir) við serligu LNS markør-skipanini.
Við hesi markør-skipan, kann hvør einstakur fiskur, tilvildarliga tikin út millum túsundtals aðrar, eyðmerkjast aftur til sína uppruna familju.

Neyvliga skipað kynbótararbeiði bøtir alieginleikarnir og matvørudygdina, og harumframt forðar tað fyri innannøring.

Tað sum er gott fyri fiskin, er gott fyri alaran og gott fyri brúkaran!